Landssjúkrahúsið verður fyrisitið av eini stjórn mannað við sjúkrahússtjóra og tveimum varastjórum.
Sjúkrahússtjórin hevur evstu ábyrgdina yvirfyri Heilsumálaráðnum.
Sjúkrahússtjórnin hevur yvirskipaðu leiðsluna av Landssjúkrahúsinum, og er í útinnan av sínum arbeiði fevnd av galdandi lóggávu, viðtøkum, rundskrivum, v.m. umframt avgerðum hjá Heilsumálaráðnum. Sjúkrahússtjórnin umboðar Landssjúkrahúsið úteftir. Limirnir í sjúkrahússtjórnini hava sínámillum upplýsingaskyldu. Leiðsluavgerðir verða at taka í felag, og so vítt gjørligt í semju. Sjúkrahússtjórin hevur ábyrgd av, at avgerð verður tikin. Sjúkrahússtjórin hevur endaligu ábyrgdina av rakstrinum á sjúkrahúsinum mótvegis Heilsumálaráðnum Uppgávur - ábyrgd fyri ráðlegging, raðfesting, ígongdseting og samskipan av arbeiðsuppgávunum á sjúkrahúsinum
- ábyrgd fyri støðugari menning á sjúkrahúsinum, soleiðis at sjúkrahúsið støðugt tillagar seg tørvinum hjá sjúklingunum og broytingunum í treytunum hjá sjúkrahúsinum
- ábyrgd fyri gerð av uppskoti til fíggjarætlan
- ábyrgd av at góðkend fíggjarætlan verður hildin
- ábyrgd fyri at hagtøl yvir virksemi á sjúkrahúsinum verða fingin til vega
- ábyrgd fyri at sett verða mál fyri sjúkrahúsið innan kanningar-, viðgerðar- og røktarøkini, umframt fíggjar- og starvsfólkaligu økini í trá við tey mál og stevnumið, sum verður ásett í Heilsumálaráðnum og samstarv við stovnar við tilknýti til heilsuøkið
- Sjúkrahússtjórnin hevur samábyrgd fyri útinnan av teimum í stk. 1 nevndu uppgávunum, tó soleiðis at sjúkrahússtjórin hevur endaligu ábyrgdina av, at neyðugu avgerðirnar verða tiknar.
- Sjúkrahússtjórnin hevur avgerðarrættin og ábyrgdina av hvussu sjúkrahúsið verður skipað undir sjúkrahússtjórnini , men er tó fevnd av reglum sum Heilsumálaráðið hava sett fyri hesum.
|