Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

Oksasteik, grønar smábønur, soðsós og epli. Fromasja við róma.



Medisinskur depil

Medisinski depilin tekur sær av kanningum og viðgerð av internt medisinskum sjúkum.

Á deplinum eru 36 sengur bólkaðar í deildir fyri hjartasjúkur og lungasjúkur (sí B8), apoplexi (sí B7), nýrasjúkur, krabbasjúkur, giktasjúkur, maga- og garnasjúkur, evnisbroytingarsjúkur, blóðsjúkur og nervalagssjúkur (sí B6) og barnasjúkur (sí B5). 
Umleið 6000 innleggingar eru á deplinum um árið.

Medisinsk ambulatorii eru á G3 í nýggja bygninginum og í Útistovu, tann blái bygningurin omanfyri vegin, har blóðroyndir vanliga verða tiknar. Ambulatorii tekur sær av sjúklingum, ið ikki skulu innleggjast, men koma til ambulanta viðgerð á Landssjúkrahúsinum í vanligari arbeiðstíð. Ambulatoriivirksemið umfatar millum annað diabetesambulatorium, maga- garnasjúkur, hjartasjúkur, krabbasjúkur, lungnasjúkur, giktasjúkur, nervasjúkur, blóðsjúkur og nýrasjúkur.
Umleið 25000 ambulantar vitjanir eru á deplinum um ári (sí medisinsk ambulatoriir).

Depilin hevur avtalur við nakrar serdeildir í Danmark og Svøríki um regluligar konsulentvitjanir innan økini onkologi, dermatologi, barnaneurologi, barnaortopædi, neurofysiologi og neurologi.
Í deplinum eru 2 kliniskir diætistar.

Mál fyri 2012, sí her

 

Útskriva skjalið