Oyrna-nasa-hálsdeildin (ONH) tekur sær av kanning, viðgerð og eftirviðgerð av sjúklingum við medisinskum- og kirurgiskum sjúkum í ONH-økinum. Serlæknin á ONH-deildini hevur eisini ábyrgd fyri Hoyriklinikkini, sum tekur sær av sjúklingum við niðursettari hoyrn ONH deildin heldur til í B-bygninginum á 4. hædd – B4, eins og Hoyriklinikkin.
Starvsfólk Á ONH-deildini er 1 yvirlæknastarv, 2 læknaskrivarastørv og 2 sjúkrarøktarfrøðingastørv Bjarki Ellefsen, yvirlækni 1.0 starv Aimée Kjærbo, læknaskrivari 1.0 starv Marna Gásadal, læknaskrivari 1.0 starv Anna í Horni, sjúkrarøktarfrøðingur 0,5 starv Elisabeth Hansen, sjúkrarøktarfrøðingur 0,75 starv Paula Árnafjall, sjúkrarøktarfrøðingur 0,75 starv
Seingjardeildin ONH-deildin er partur av Skurðdeplinum, og eru vaksin fólk innløgd á G4 ella á G1. Børn eru innløgd á Barnadeildini – B5 Andlitsbrot verða viðgjørd í samstarvi við Tannlæknadeildina, og liggja hesir sjúklingar á ONH-deildini
Telefon Oyrna-nasa-hálsdeildin: tlf. 304500 lokal 5360 og lokal 5361 Fax nr. 304610 Teldupostur: oyra@lsh.fo Telefontíð: Kl. 10:00 til 11:00 allar vanligar dagar á tlf. nr. 304510
Hoyriklinikkin Tlf. nr. 304512 og lokal 5370 Fax nr: 322107 Teldupostur: hoyr@lsh.fo Telefontíð: Kl. 08:00 til 14:00
Starvsfólk á Hoyriklinikkini Jutta Helgadóttir, audiologiassistentur 1.0 starv Jóhanna Heinesen, skrivari 0,75 starv Jacqueline Bláhamar, skrivari 0.75 starv |