Á B6 verður veitt viðgerð, kanningar og røkt av sjúklingum innan hesar sergreinar: - endokrinilogi (stoffskiftisjúkur) - gastroenterologi (maga-, tarmsjúkur) - palliativ eind (2 pláss) - neurologi (nervalagssjúkur) - onkologi (krabbameinssjúkur) - reumatologi (giktasjúkur) - nefrologi (nýrasjúkur) Harumframt bjóðar deildin palliatión - umsorgan og linnandi viðgerð.
B6 hevur 14 sengur Endamál - at sjúklingurin kennir seg tryggan og vælkomnan - at sjúklingurin, sjúkrarøktarfrøðingurin og læknin í felag seta mál - at sjúklingurin fær eina rætta upplýsing - at sjúklingurin og starvsfólk síggja kontinuitet - at sjúklingurin er tryggur við at fara heim - at stovugongd fer fram á ein hátt, so sjúklingurin verður tikin við uppá ráð í góðum samstarvi, har øll, sjúklingur, sjúkrarøktarfrøðingur og lækni hava sama mál at fáa loyst sjúklingsins trupulleikar - um sjúklingurin hevur lívshættisliga sjúku, verða veittar umstøður, ið tørvur er á t.d. at hava avvarðandi hjá sær alt døgnið Upplatingartíðir á deildini Opið er alt samdøgrið. Telefontíðir á deildini Kl. 08.00 - 09.00 Kl. 14.00 - 15.00 Kl. 18.00 - 19.00 Telefonnummur 304500, lokal 6006 Sjúklingatelefon: 304546 Fax: 304686 Leiðsla Kári Rubek Nielsen, yvirlækni Sonja Nielsen, deildarleiðari Guðni Remberg, varaleiðari Starvsfólk Á B6 starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, sjúkrahjálparar, gongsgentur, læknar og læknaskrivarar. Vitjanartíðir Kl. 15.00 - 16.00 og kl. 19.00 - 20.00 Í serligum førum kann onnur avtala gerast um vitjanartíðirnar. |