Psykiatriski depilin er tænastuveitari til psykiatrisku deildirnar á Landssjúkrahúsinum og virkar eisini við ambulantari eftirviðgerð í ávísan mun. Depilin hevur somuleiðis ábyrgdina av økissálarfrøðiligari viðgerð. Í samstarvi við heimarøktina hevur psykiatriski depilin harumframt ábyrgdina av sosialpsykiatriskari viðgerð. Depilin samstarvar eisini við felagsskapin "Sinnisbata".
Depilsleiðsla Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni Tórunn H. Ósá, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur Leiðslufulltrúi Bill Mc. Leod Jacobsen, lsbilja@ls.fo Fyrispurningar til depilsleiðsluna verða avgreiddir umvegis omanfyrinevnda teldupostbústað. Psykiatrisku deildirnar Psykiatriski depilin fevnir um 7 psykiatriskar deildir mannaðar við sjúkrarøktarfrøðingum og røktarstarvsfólkum við aðrari útbúgving. Harumframt umfatar depilin eisini eina ergoterapeutiska og eina fysioterapeutiska deild, ið virka í tøttum samstarvi við psykiatrisku deildirnar.
Ávísing til viðgerð Viðgerð á Psykiatriska deplinum fæst við ávísing frá kommunulækna. Kommunulækni kann ikki ávísa til privata viðgerð hjá sálarfrøðingi á deplinum, men bert til privata viðtalu hjá psykiatara. Deildirnar á Landssjúkrahúsinum, í Klaksvík og á Tvøroyri kunnu biðja um psykiatriskt ella psykologiskt tilsýn, sum kann føra við sær ambulanta eftirviðgerð.
Viðgerðin á deplinum Viðgerðin á Psykiatriska deplinum er í stóran mun við nervaheilivági kombinerað við einstaklinga-, bólka- og familjuviðgerð umframt ergo- og fysioterapeutiskari viðgerð. Ein deild, dagdeildin Varðin, er burturav ætlað fólki, ið eru útskrivað, men sum hava dagtilboð fyri neyðini í longri ella styttri tíð.
Samstarv Psykiatriski depilin hevur samstarv við samsvarandi deplar í Danmark, m.a. Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, men møguleiki er fyri samstarvi eisini uttan fyri ríkið. Í Føroyum er annars regluligt samstarv millum Psykiatriska depilin, Kriminalforsorgina, Sernámsdepilin og Almannaverkið, sosialu deildirnar í Tórshavn og Klaksvík og barnaverndirnar aðrastaðni í landinum.
Yvirlæknavikarar Ole Helbo, 1 viku/mð. Piet Casier, 1 viku/mð Konsulentar í Barna- og ungdómspsykiatri (B&U) Annette Kier, barna- og ungdómspsykiatari og Jens Richardt. M. Jepsen, neuropsykologur koma 1 viku 6 ferðir um árið. Saman við Sernámsdeplinum 2 konsulentar frá Bispebjerg sjúkrahúsi 2 ferðir um árið og eru í knappa viku. Konsulentur í oligofreni Anette Løwert, serlækna kemur 2 dagar 2 ferðir um árið
Læknar Maria Vang, hjálparlækni Karen Haahr, hjálparlækni Elsubeth M. Fossádal, hjálparlækni Ása J. Petersen, hjálparlækni David Gudnason, stud. med. Í summar er Sámal Jakobsen, hjálparlæknavikar eisini knýttur at Psykiatriska deplinum.
Psykologar Tóra Petersen, psykolog Suni Poulsen, psykolog Erling Fles, psykolog Rigmor Napoleonsdóttir Arge, psykolog (í farloyvi) Súsanna O. Skaale, psykolog (í farloyvi) Musikkterapeutur Sanne Storm, musikkterapeutur
Sosialráðgevi Mari Hamrá, sosialráðgevi
Skrivarar Beinta Danielsen, leiðandi læknaskrivari Ruby Danielsen, læknaskrivari Bjørghild Hákonardóttir, læknaskrivari Beinta Árnadóttir, heilsuskrivari Torgerð Hjelm, læknaskrivari (Gerontopsykiatri - Demenstoymið) Inger Gabrielsen, læknaskrivari (Barna- og ungdómspsykiatriin) |