Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

2. hvítusunnudagur Kókað ræst kjøt, kókaðar rótfruktir og epli Røst súpan Lagkaka




Heilivágsráðið hevur ábyrgd av yvirskipaðu umsitingini av skipanini fyri serstakan sjúkrahúsheilivág á konto 11.20.3.19.

Heilivágsráðið er mannað við einum formanni, og fimm limum umboðandi fylgjandi stovnar/deplar:
1. Stjórin á Landssjúkrahúsinum
2. Varastjóri á Landssjúkrahúsinum við læknaútbúgving
3. Leiðandi yvirlækni á Medisinska Deplinum
4. Landsapotekarin
5. Sjúkrahúsfarmaceuturin á Tjaldurs Apoteki
6. Umboð fyri Heilsumálaráðið

Málsræði
Heilivágsráðið hevur fylgjandi uppgávur:
1. Stýra gongdini og hava eftirlit við nýtsluni av serstøkum sjúkrahúsheilivági
2. Gera tilmælir og ráðgeva landsstýrismanninum og áseta leiðreglur um nýtsluna av serstøkum sjúkrahúsheilivági í sjúkrahúsverkinum
3. Viðgera umbønir um broytingar í góðkendum tilbúningum til sjúklingabólkar.
4. At útinna eftirlit við nýtsluni av serstøkum sjúkrahúsheilivági, herundir kunning til Heilsumálaráðið
5. Seta í verk stundisliga ávaringarskipan (early warning)

Fráboðanir/Kunning 
Heilivágsráðið frættir fegin frá serlæknum um faklig viðurskifti, sum kunnu hugsast at hava áhuga ella týdning fyri virksemi hjá Heilivágsráðnum.

Samskifti við Heilivágsráðið:

ls@ls.fo – att: Heilivágsráðið

ella

Landssjúkrahúsið
Heilivágsráðið
J. C. Svabosgøta 41-49
FO-100 Tórshavn

Tak niður sum pdf


Reglugerð frá 14. sept. 2011 fyri nýtslu av serstakum sjúkrahúsheilvági

Reglugerð frá 24. okt. 2011 um broyting í reglugerð frá 14. sept. 2011 fyri nýtslu av sestakum sjúkrahúsheilivági






Viðkomandi slóðir


pro.medicin.dk