Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

Matarhøllin: Dampað flak við grønertum, hollandessós og epli. Breyðsuppa við rosinum.

Kafein í forhøllini: Dampað flak við grønertum, hollandessós og epli. Breyðsuppa við rosinum.


Lønar- og Starvsfólkadeild

Lønar- og Starvsfólkadeildin hevur øll lønarmál um hendi og veitir tænastu og ráðgeving til sjúkrahúsleiðsluna, depilsleiðslur og starvsfólk um lønarviðurskifti og setanarmál. Deildin hevur allar starvslýsingar um hendi og setir hesar á Heimasíðuna og sendir tær til bløðini. Deildin er við til at greina lønar- og starvsfólkanýtsluna, herundir at dagføra starvsfólkaskráir og setanarlistar og gera ymiskan statistik.

Uppgávurnar eru m.a.
- Lønarviðurskifti
- Lønarútgjaldingar
- Sáttmálatulkingar v.m.
- Vakplanskipanin
- Tryggja góðar mannagongdir viðv. tímauppgerðum og lønarútgjaldinum
- Løninnplaceringar
- Hagtøl viðv. lønar- og starvsfólkanýtslu
- Løn- og fíggjarætlanaruppfylging
- Avgreiðsla av umsóknum og umsóknarsvar
- Setanarbrøv
- Lýsingar
- Anciennitetskort
- Umsiting av Barsilsskipanini

Starvsfólk
Helgi á Fløtti, deildarleiðari, lokal 1090 
Mikaela Højgaard, lokal 1091
Hjørdis í Liða , lokal 1092 
Alexandra Kristiansen , lokal 1093
Una Dalsgaard, lokal 1094 


Umsóknir til Landssjúkrahúsið kunna sendast til umsokn@lsh.fo