Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

2. hvítusunnudagur Kókað ræst kjøt, kókaðar rótfruktir og epli Røst súpan Lagkaka



Medisinsk Ambulatoriir

Sjúklingar ið ikki skulu innleggjast, men koma til kanningar og viðgerð í vanligari arbeiðstíð verða nevndir ambulantir sjúklingar. Hetta eru sjúklingar, sum koma til eftirviðgerð aftaná innleggjan og eisini sjúklingar, sum eru beinleiðis ávístir frá kommunulækna.

Medisinsk ambulatorium á Landssjúkrahúsinum eru á G3, í nýggja bygninginum á Landssjúkrahúsinum, eins og í Útistovu, blái bygningurin omanfyri vegin har blóðroyndir vanliga verða tiknar.

Medisinsk Ambulatorium er opið allar gerandisdagar kl. 08:00 til 16:00, tó hevur hæmodialysan eisini opið mána- miku- og fríggjarkvøld, umframt leygardag kl.08:00 til 16:00.

Telefonnummar :
Móttøkan 304500 lokal 6200

Leiðandi starvsfólk:
Eva M. Holm er deildarleiðari á G3

Á G3 eru hesi ambulatorii : 
            
Diabetes
Hæmodialysa
Hæmatologi
Kardiologi
Lunga- og Nuclearmedisinsk
Nephrologi
Onkologi 
Infektiónsmedisin
Intern medisinskt ambulatorium
Rheumatologi
Gastroentorologi
Hjartarehabilitering
Palliativa toymið - eru at hitta týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag 08.30 - 15.30

Í Útistovu (blái bygningurin omanfyri vegin) eru hesi ambulatorii:
Húðambulatori
EEG- neuro. fys.
Kliniskir dietistar
Neurologisk Ambulatorium

Í Útistovu finnist somuleiðis Ljósmøðurskipanin