| Á skurðgongini verða uml. 3.800 skurðviðgerðir framdar árliga innan sergreinirnar almen kirurgi, ortopædkirurgi, gynækologi, plastikkirurgi, landráskirurgi, eygnakirurgi, oyrna- nasa- og hálskirurgi og tannkirurgi. Til skurðgongina hoyra endoskopieindin og sterilcentralurin. Arbeiðstíðir Dagvaktin er frá kl. 8-16. Tveir sjúkrarøktarfrøðingar hava tilkallivakt heimanífrá til kl. 8 morgunin eftir. Í vikuskiftinum og halgidagar er tilkallivaktin 24 tímar, frá kl. 8-8. Deildarleiðsla Deildarleiðari á skurðgongini er Anna á Dunga Simonsen tlf. nr. 304500 lokal 5211.
|