Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

Oksasteik, grønar smábønur, soðsós og epli. Fromasja við róma.



Barnadeildin, B5

Barnadeildin er á 5. hædd í høvuðsbygninginum á Landssjúkrahúsinum.
Á deildini eru 4 stovur við plássi fyri 13 børnum ella 7 børnum við foreldrum.
Øll innløgd børn til og við 14-ára aldur liggja á barnadeildini undantikið børn, ið eru so sjúk, at teimum nýtist intensiva viðgerð.
Á deildini liggja tí børn við nógvum ymiskum sjúkum. Hesar kunnu t.d. vera:

Medisinskar sjúkur:
astma/bronchitis, lungnabruni, fepur, nýra-, og landrássjúkur, búksjúka, sukursjúka, epilepsi, blóðsjúkur, stoffskifti-sjúkur, meningitis, ymiskar húðsjúkur og ymisk brek.

Kirurgiskar sjúkur:
beinbrot, heilaskjálvti, blindtarmsbruni, brokk og aðrar skurðviðgerðarkrevjandi sjúkur.

Oyra-, næsa- og hálssjúkur:
taka mandlur, polyppir, leggja dren í oyru o.a.

Eygnasjúkur:
skeiti-skurðviðgerð, opna tárakanal o.a.

Kunning til foreldur at innlagdum barni      

Starvsfólk á deildini
12 sjúkrarøktarfrøðingar, 2 sjúkrahjálparar, 1 pedagogur, 3 reingerðarfólk.
2 barnalæknar eru knýttir at deildini. Harumframt ganga skurðlæknar stovugongd eftir tørvi.
2 læknaskrivarar.

Leiðsla
Fróði Joensen, yvirlækni
Elmar Ósá, deildarlækni
Sólfríða Helmsdal, deildarleiðari
Rúna Wardum, varaleiðari

Upplatingartíðir
Deildin er opin alt samdøgrið alt árið.

Vitjanartíðir
Kl. 15.00 - 16.00 og 19.00 - 20.00

Fyrispurningur um ikki innlagdar sjúklingar:
tlf. 304500, lokal 6121/6123, telefontíð: kl. 10.30 - kl. 12.30.

Fyrispurningar um innlagdar sjúklingar:
tlf. 304500, lokal 6005, telefontíð: kl. 08.00 - kl. 09.00 og aftaná kl. 14.00.

 


 

 







 

Heimasíða um Barnadeildina

Ronald McDonald Húsið

H.C. Andersen Børnehospital

Great Ormond Street Children's Hospital