Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

Fiskabollar við tomatsós, rísblandi og epli. Kakaobudingur við róma

Kafein í forhøllini: Fiskabollar við tomatsós, rísblandi og epli. Kakaobudingur við róma


Kafein
Kafein í forhøllini selur vanligar kioskvørður, heitan mat og eftirrætt í døgurðatímanum (frá 11.30-13.00) gerandisdagar, ymiskt breyð við viðskera, kakur, gávur, barnaklæði, leikur v.m.

Upp og afturlatingartíðir  hjá Kafeini
Gerandisdagar kl. 8.00-20.00
Leygardagar kl 10.00-20.00 

Sunnudagar kl. 14.30-20.00

Matarhøllin á Landssjúkrahúsinum er opin fyri almenninginum gerandisdagar kl. 11.30-13.00, og bjóðar døgurða og eftirrætt hvønn gerandisdag. Til ber at síggja matskránna fyri dagin.

Í summar fer Matarhøllin at lata aftur. Stongt verður 1. juni 2013 og opið verður aftur mánadagin 2. september 2013. Í hesum tíðarskeiði er tó opið fyri fundum og skeiðum.

 

Víst verður til Kafeina í forhøllini.

Matarhøllin liggur omanfyri vegin á Eirargarði, í sama bygningi har Veitsluhøllin á Landssjúkrahúsinum er.

Fundar- og skeiðvirksemi
Á Landssjúkrahúsinum er nógv fundar- og skeiðvirksemi. Matarhøllin veitir tænastu í samband við servering av ábit til steðgirnar og døgurða til fundar- og skeiðgestir.

Trýst á leinkjua og til ber at síggja møguleikar fyri fundar- og skeiðvirksemi.

Vaskaríið bjóðar klædnavask fyri fólk, stovnar og fyritøkur.
Er ynski um at fáa klæðir vaskað ella um at leiga hvítar dúkar, vinarliga setið tygum í samband við Vaskaríið.
Leiðari er Herborg Joensen

Upp- og afturlatingartíðir hjá Vaskaríinum
Gerandisdagar kl. 7.00 -15.00
Telefon
304500 lokal 1190, 1191

Hjálpartól 
Útskrivaðir sjúklingar fáa hjálpartól til láns frá Landssjúkrahúsinum. Hjálpartólini kunnu lánast upp til 3 mánaðar. Er tørvur á hjálpartólum varandi er møguleiki at søkja um hjálpartól hjá Hjálpartólamiðstðini, telefon 35 83 00.

Landssjúkrahúsið hevur skipað soleiðis fyri, at tað ber til hjá sjúklingum at keypa hjálpitól. Á hjálagda lista er eitt yvirlit yvir mest vanligu hjálpartólini. Eisini er ein vegleiðandi søluprísur upplýstur.

Við at trýsta á leinkjuna hjálpitól koma prísirnir fram. 

Goymslan á Landssjúkrahúsinum umsitur hjálpartólini. Um so er, at sjúklingur vil hava tólið longri enn 3 mánaðar, ber tað til at keypa tólið við at seta seg í samband við Goymsluna.  

Upplatingartíðir hjá Goymsluni eru:

Mánadag, týsdag og hósdag kl. 8.00 - 15.00 
Fríggjadag kl. 7.00 - 14.00
Mikudag, leygardag og sunnu- og halgidagar er stongt 

Telefon 30 45 00 lokal 1160

Telefontíð er frá kl 10.00 - 12.00

Tað ber eisini til at senda teldupost til Goymsluna á utlan@ls.fo