Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

Ræstur fiskur, garnatálg og epli. Kremsuppa við rosinum.



Fysioterapideildin

Fysioterapi í sjúkrahúshøpi hevur sum endamál í samstarvi við sjúkling at bøta um fysisku, psykisku og sosialu støðuna, og við hesum hjálpa til mest møguligt sjálvbjargni í gerandisdegnum.

Málbólkur
Innlagdir sjúklingar. Ambulant viðgerð verður bert givin sum framhald av innleggjan, og bert eftir ávísing frá lækna á Landssjúkrahúsinum.

Deildarleiðsla
Karin Djurhuus, leiðandi fysioterapeutur, hevur dagligu leiðsluna á fysioterapideildini.

Starvsfólk
Tilsamans eru settir fysioterapeutar svarandi til 12,2  fulltíðarstørv. Í hesi fulltíðarstørv eru roknaðir leiðandi fysioterapeutur og deildarfysioterapeutur. Harumframt er 1 sjúkrahjálpari settur í ¾ tíð.

Ávísing
Allir læknar innan sjúkrahúsverkið kunnu ávísa til fysioterapi á Landssjúkrahúsinum.

Upplatingartíðir
Deildin er opin 08.00 – 16.00 allar gerandisdagar.

Telefontíðir
Vit svara telefonini dagliga 08.00 -  09.00 og 11.00 - 12.00.
Okkara telefonnummar er 304500 lokal 5791
Teldupostadressa fys@lsh.fo
Leiðandi fysioterapeutur er Karin Djurhuus Tlf: 304500 lokal 5790
Fysioterapeutar á psykiatrisku deild 304500 lokal 5795

Útskriva skjalið