Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

Fiskafrikadella, gularót, smelt og epli. Grønmetissuppa



Tænastudepil

Tænastudepilin umfatar økini: tekniskar veitingar, medico útbúnaður, vaskarí, køkur, goymsla, reingerð og íbúðir undir húsavørðinum.

Tænastudepilsleiðari er Jóan Sìmun Saltá, lokal 1021,  lsjoasa@ls.fo

Leiðsluskrivari er Óli Arge, lokal 1020,  lsoliar@ls.fo

Fíggjarsamskipari er Alvilda Samuelsen, lokal 1024, lsalvsa@ls.fo

Virkandi tekniskur leiðari er Sæbjørn Nielsen, lokal 1200,  lssabni@ls.fo

Í løtuni starvast 146 starvsfólk á deplinum. Umroknað til ársverk, eru tað 118 ársverk.

Vaskaríið verður rikið sum inntøkufíggjað virksemi, og umleið helvtin av umsetninginum kemur frá at vaska fyri almenn og privat virki. Køkurin hevur eisini nakað av sølu uttanhýsis.

Landssjúkrahúsið hevur eina hølisvídd upp á umleið 48.000 fermetrar. Hetta svarar til hølisvíddina á øllum húsum í einari stórari føroyskari bygd.