Yvirskipaði krøv: Fyri at lesa til læknaskrivara skal ein hava lokið 2-ára Handilsskúlaprógv ella hava aðra viðkomandi útbúgving. Hevur ein Students- ella HF-prógv er neyðugt við einum 15-vikurs skeiði á Handilsskúla í Danmark ella hava lokið hægri Handilsskúla-prógv í Føroyum.
Hvussu ofta tekur Landssjúkrahúsið praktikantar: Av og á. Lýst verður í bløðunum.
Hvussu leingi varðir hon: Starvstíðin er 2 ár á Landssjúkrahúsinum, treyta av, at omanfyri nevndu útbúgvingar eru loknar.
Hvussu er útbúgvingin skipa: Í Danmark: Útbúgvingin er skipað soleiðis, at neyðugt er at fara til Danmarkar á skúla 4 ferðir á 3-4 vikur hvørja ferð, 5. ferð til próvtøku, har ein verkætlan verður vard. Á Landssjúkrahúsinum: Á Landssjúkrahúsinum verður undirvíst í anatomi, fysiologi og patologi av lækna. Harumframt undirvísur útbúgvingarleiðarin í almennari fyrisiting og øllum praktiskum læknaskrivaravirksemi, sum fevnir um fyriskipandi og samskipandi arbeiði. Á øllum deildum er ein, sum hevur ábyrgd av tí lesandi.
Samband: Sæunn Hansen, Útbúgvingarleiðari/leiðsluskrivari á Medisinska deplinum, T-postur: lssauha@ls.fo |