TELEFONNUMMUR
Neyð og hjálp
112

Landssjúkrahúsið
304500

Læknavaktin
1870
Les meira



Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

Marineraður svínakambur, kryddað rabarbudeiggj, soðsós og epli. Heimagjørdur ísur. .



24-05-2013 09:00
Granskingardagur á Landssjúkrahúsinum 29. mai.Granskingardagur á Landssjúkrahúsinum 29. mai
Mikudagin 29. mai 2013 verður fyri fyrstu ferð hildin serstakur granskingardagur á Landssjúkrahúsinum. Endamálið er at varpa ljós á granskingarvirksemið, ið hevur tilknýti til stovnin, og sum alsamt veksur. Landssjúkrahúsið hevur sum málsetning, at gransking innan heilsuviðurskifti skal vera ein sjálvsagdur partur av virkseminum, og tískil verður gransking raðfest ovarlaga. Mett verður, at sjálvt granskingarvirksemið og úrslitini, ið standast av, kunnu virka við til at tryggja, at viðgerðarstøðið og tænastan til sjúklingin er á hægsta støði.

Granskingardagurin verður settur í forhøllini á Landssjúkrahúsinum kl. 12.30 mikudagin 29. mai og heldur fram til kl. 17. Í forhøllini verður framsýning við plakatum, sokallaðum ”postarum”, ið lýsa ymisku verkætlanirnar, ið eru í gongd ella verða fyrireikaðar – og fáa ymisku verkætlanarleiðararnir høvi heilt stutt at greiða frá teirra verkætlanum. Síðani verða stuttir fyrilestrar frá staðbundnum granskarum, ið koma at leggja fram viðkomandi úrslit frá teirra gransking. Hetta verður eisini í forhøllini.

Eftir stuttan steðg verða fyrilestrar frá trimum serliga innbodnum útlendskum gestum í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.

Trýst á yvirskriftina fyri at síggja skránna.
 
22-05-2013
Almennur fyrilestur um sálarsjúku og sálarheilsu, verður í kantinuni í skúlanum við Løkin í Runavík..Almennur fyrilestur um sálarsjúku og sálarheilsu, verður í kantinuni í skúlanum við Løkin í Runavík.
Tormóður Stórá
Psykiatriski depilin skipar fyri almennum fyrilestri í kunnandi átaki um sálarsjúku og sálarheilsu.

Tormóður Stórá leiðandi yvirlækni og serlækni innan psykiatri á Psykiatriska deplinum, kemur at halda fyrilestur um evni.
Fyrilesturin verður mikukvøldi 22.mai kl. 19

Høvi verður at seta spurningar og kaffi verður í stegðinum.

Øll eru vælkomin

Psykiatriski Depilin
 
21-05-2013 13:00
Nýggj grein um CTD komin í altjóða vísindaligt tíðarrit.Nýggj grein um CTD komin í altjóða vísindaligt tíðarrit
Jan Rasmussen, lækni og Ph.d. lesandi á Medisinsku Deild á Landssjúkrahúsinum, hevur saman við sínum samstarvsfeløgum fingið almannakunngjørt eina nýggja umfatandi grein um stóru fólkakanningina fyri CTD, ið varð framd í tíðarskeiðnum 2009-2011.
Leinkja til abstrakt
 
01-05-2013 12:00
Samstarvsavtala millum Landssjúkrahúsið (LS) og Suðuroyar Sjúkrahús (SSH) komin í gildi..Samstarvsavtala millum Landssjúkrahúsið (LS) og Suðuroyar Sjúkrahús (SSH) komin í gildi.
6. desember 2012 inngingu Landssjúkrahúsið (LS) og Suðuroyar Sjúkrahús (SSH) avtalu um samstarv. Vísandi til sjúkrahúslógina § 2, stk. 2. bleiv avtalan send til góðkenningar hjá landstýrismanninum í heilsumálum. Avtalan bleiv góðkend 5. apríl 2013 og endaliga undirskrivað av stjórunum á LS og SSH 24. apríl 2013 og er hon nú formliga farin at virka á øllum økjum. Á fleiri økjum er samstarvið longu í gongd. Hjálagt er slóð til avtaluna. Sjúkrahússtjórnin sær fram til at menna samstarvið víðari við SSH til gagns fyri sjúklingarnar og menning av starvsfólkum. Líknandi avtala er longu inngingin við Klaksvíkar Sjúkrahús fyrr í ár. Arbeiðið er liður í at menna samstarvið við samstarvsfelagar í heilsu- og almannaøkinum.
Samstarvsavtala
 
24-04-2013 09:00
Ambulatoriið hjá Rannsóknarstovuni er stongt Flaggdagin 25. apríl.Ambulatoriið hjá Rannsóknarstovuni er stongt Flaggdagin 25. apríl
Vinarliga
Rannsóknarstovan
 



 
Leys størv



Til Barnakonur


 

Upp og afturlatingartíðir hjá Rannsóknarstovuni


Kunning um CTD


 
Ný- og umbygging
á Landssjúkrahúsinum

Faldarar frá ymsu deildunum á
Landssjúkrahúsinum