Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others

Vísindalig grein um antibiotika mótstøðuføri í FO í mun til grannalond

3. FEBRUAR 2016

Marita Debess Magnussen hevur saman við Shahin Gaini, Hannes Gislason og Karl G. Kristinsson útgivið eina vísindaliga grein um Streptococcus pyogenes, vanliga nevnd "group A streptococcus". Henda bakteria er ofta atvoldin til hálsbruna.

Greinin snýr seg um antibiotika mótstøðuføri ímóti hesi bakteriu í tí føroyska samfelagnum, samanborið við Ísland og Danmark. Greinin fortelur um, hvussu vit á bestan hátt handfara hesa bakteriu í mun til antibakteriuella viðgerð.

Medisinska Granskingareindin á Landssjúkrahúsinum hevur í løtini ein granskingarbólk, sum fokuserar uppá epidemiologiska og biomedisinska gransking innan álvarsligar, lívshóttandi infektiónir. Bólkurin samstarvar við Syddansk Universitet, Odense Universitetshospital, Københavns Universitet, Rigshospitalet, Århus Universitet, Århus Universitetshospital, Landsspitali Universitetssjúkrahús Reykjavík, University of Iceland, Amsterdam Universitet, Amsterdam Academic Center University Hospital og Fróðskaparsetur Føroya.
 
Fleiri aðrar verkætlanir eru í løtuni í gongd: Ein Ph.D. verkætlan innan lívshóttandi infektiónir og blóðeitran er í gongd (FAPI verkætlanin),  ein Ph.D. meningitisverkætlan, sum kannar, hví føroyingar vóru so hart raktir av Neisseria meningitidis B meningitis og um føroyingar eru serliga útsettir fyri at fáa meningitis er í gongd (MeFcocc verkætlanin). Ein Post Doc immunologiska (BiFaSeps verkætlanin) blóðeitransverkætlan og eina Post Doc epidemiologiska (InvaSeps verkætlanin) eru á bakkastokki.

Les meira her

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.