Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others

Clostridium botulinum – Ein lívshóttandi matvøruborin sjúka, ið vit kenna í Føroyum

12. JUNI 2017

Søgan um lívshóttandi infektiónssjúku í Føroyum er nú komin út í eini peer-reviewed grein í leiðandi evropeiska infektiónstiðarritinum “Infectious Diseases”.

Vit hava eina heilt serliga søgu innan hesa sera álvarsomu sjúkufremjandi bakteriu í Føroyum, sum til ber at fáa frá mati - Clostridium botulinum eitur bakterian - Botulisma, ella á donskum "pølseforgiftning".

Tíbetur hava eingin kendir tilburðir verið í Føroyum  seinastu 11 árini. Men í mun til íbúgvaratalið, samanborið við Danmark, hava vit havt fleiri 100% fleiri tilburðir í Føroyum í einum 20 ára tíðarskeiði.

Matvørutrygd er tí sera umráðandi, bæði privat og tá framleitt verður til sølu.

Lækni Anirban Nandy (Landssjúkrahúsið), yvirlækni PhD Shahin Gaini (Landssjúkrahúsið, Odense Universitetshospital, Syddansk Universitet og Depilin fyri Heilsugransking) og yvirlækni Høgni Djurhuus (Landssjúkrahúsið) hava skrivað eina grein um botulismu í Føroyum. Hon finnist her.

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.