Biomarkers-Faroeislands-Sepsis-Study

4. JANUAR 2016

BiFaSeps (Biomarkers-Faroeislands-Sepsis-Study) er ein granskingarverkætlan har immunverjan verður kannað hjá sjúklingum við blóðeitran (sepsis), sum hava bakteriur í blóðinum. Blóðroyndir relateraðar til okkara immunverju verða í dag nýttar til at diagnostisera blóðeitran og aðrar lívshóttandi infektiónir.

 

Verkætlanin skal kannað um til ber at menna nýggir kanningarhættir og nýggjar blóðroyndir fyri at staðfesta blóðeitran og sepsis so tíðliga sum gjørligt aftaná innleggjan, við tí endamáli at sjúklingurin kann setast í lívbjargandi viðgerð sum skjótast.

Samstundis verður roynt at finna nýggjar hættir at meta um prognosuna hjá tí einstaka sjúklinginum við blóðeitran og sepsis.


Verkætlanin hevur serstakt fokus á funktiónsmátingar av leukocyttum (hvítum immunverjukyknum) við flowcytometritøkni á Landssjúkrahúsinum umframt ELISA (enzyme-linked immunosorbent assay) mátingar av ymsum immunverju proteinum og immunverju cytokinum.


Verkætlanin er eitt samstarv millum granskingarbólkar á Landssjúkrahúsinum, Fróðskaparsetur Føroya, Odense Universitetshospital, Syddansk Universitet, Århus Universitetshospital, Århus Universitet og ein granskingarbólk úr Maine, USA.
200 sjúklingar við blóðeitran og ein kontrolbólkur luttaka.
Blóðroyndirnar skulu greinast á Landssjúkrahúsinum og á Århus Universitetshospital.

 

Yvirlækni PhD og lektari á Fróðskaparsetur Føroya og á Syddansk Universitet Shahin Gaini er verkætlanarleiðari.
Molekylerbiologur PhD Amanda Vang frá Diagnostiska Deplinum á Landssjúkrahúsinum hevur ábyrgdina av laboratorii kanningunum í Føroyum.
1. hjálparlækni Sanna á Borg og hjálparlækni Anirban Nandy luttaka eisini í føroyska partinum av verkætlanini.
Professor Court Pedersen, Lektari Søren Hansen og Professor Holger Jon Møller luttaka úr Odense og Århus í Danmark.
Serlækni PhD Bruce Davis luttekur úr USA.


Medisinska Granskingareindin á Landssjúkrahúsinum hevur í verandi løtu ein granskingarbólk, sum fokuserar uppá epidemiologiska og biomedisinska gransking innan álvarsligar, lívshóttandi infektiónir. Bólkurin samstarvar við Syddansk Universitet, Odense Universitetshospital, Københavns Universitet, Rigshospitalet, Århus Universitet, Århus Universitetshospital, Landsspitali Universitetssjúkrahús Reykjavík, University of Iceland, Amsterdam Universitet, Amsterdam Academic Center University Hospital og Fróðskaparsetur Føroya.

 

Fleiri aðrar verkætlanir eru í løtuni í gongd: Ein Ph.D. verkætlan innan lívshóttandi infektiónir og blóðeitran er í gongd (FAPI verkætlanin), ein Ph.D. meningitisverkætlan, sum kannar, hví føroyingar vóru so hart raktir av Neisseria meningitidis B meningitis og um føroyingar eru serliga útsettir fyri at fáa meningitis er í gongd (MeFcocc verkætlanin), ein Post Doc verkætlan sum skal kanna, um føroyingar eru serligar útsettir fyri at fáa tuberklar er undir fyrireiking (Fgen verkætlanin).

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.