MaSu kanningin so smátt við at byrja

25. OKTOBER 2017

Ein kanning av skurðsjúklingum er so smátt farin í gongd á G4. Tilsamans 150 sjuklingar skulu vera við í kanningini, sum hevur til endamáls at kanna, um matur og venjing kann fyribyrgja, at sjúklingarnir gerast verri fyri og lætna aftaná teir eru komnir heim av sjúkrahúsinum.

Kanningin er ein PhD verkætlan hjá Poulu Patursson, sum er innskrivað sum PhD lesandi á Københavns Universitet. Hon er upprunaliga útbúgvin kliniskur dietistur, cand.scient klinisk ernæring.

Kanningin er góðkend av Vísindasiðsemisnevndini og Dátueftirlitinum. Kanningin er høvuðsfíggjað av Sjúkrakassagrunninum og er annars fíggjað av Landssjúkrahúsinum, Københavns Universitet, og Nestlé Health Science.

Ætlanin er at kunnu um kanningina við jøvnum millumbilum, uttan tó at persónlig data um sjúklingar koma fram. Fylg við her

Nakað av fyrireiking skal til, áðrenn fyrstu sjúklingarnir verða tiknir við í kanningina.

 

/Poula Patursson, PhD lesandi

 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.