Lýsing av MaSu kanningini

 

 

Føðslutrot hjá skurðsjúklingum. Matur og venjing aftaná útskriving (MaSu-verkætlan)

 

Endamálið við kanningini

Endamálið er at kanna, um vit kunnu fyribyrgja, at støðan hjá skurðsjúklingum versnar, aftaná tey eru komin heim av sjúkrahúsi.

Kanningin fer at fevna um umleið 200 sjúklingar, ið eru innlagdir á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum í tíðarskeiðnum oktober 2017 til september 2019.

Meira nágreiniliga fara vit at kanna, um matur og venjing kann ávirka vektina og vøddavevnaðin hjá skurðsjúklingum, aftaná teir eru komnir heim av sjúkrahúsinum. Sjúklingarnir, sum vera við, vera býttir í tríggjar bólkar, har ein triðingur fylgir vanligari mannagongd á Landssjúkrahúsinum, ein triðingur fær útflýggjað orkuríkar drykkir, og síðsti triðingurin fær orkuríkar drykkir og eina venjingarætlan.

 

Hvat krevst at sjúklingunum?

Umleið 1-2 dagar aftaná skurðviðgerð spyrja vit sjúklingin, um hann vil luttaka í kanningini, sum byrjar, tá hann skal útskrivast. Um sjúklingurin ynskir at luttaka, verður hann biðin um at fylla út eina samtykkiváttan.

Tá hann skal útskrivast, viga og máta vit hann. Hann skal svara einum spurnarblaði um lívsgóðsku og gera nakrar gangiroyndir. Vit taka blóðroyndir og síðani verður ein DXA skanning gjørd av kroppinum. Hendan vísur neyvt, hvussu nógvar vøddar hann hevur í kroppinum. Aðruhvørja viku aftaná útskriving hava vit viðtalur og viga sjúklingin og spyrja inn til, hvussu hann hevur tað. 8 vikur aftaná útskriving gera vit somu kanningar, sum tá hann bleiv útskrivaður. Teir sjúklingar, sum eru í bólkinum, ið fær orkuríkan drykk, fáa vegleiðing í hesum, og vit fylgja upp aðruhvørja viku, hvussu nógvar drykkir teir drekka. Teir, ið eru í bólkinum, ið skal venja, fáa nágreiniliga vegleiðing í, hvussu teir skulu venja.

 

Treytir fyri luttøku

Luttakarar eru sum heild allir skurðsjúklingar á Landssjúkrahúsinum, men tó eru undantøk. Skurðviðgerðin skal vera so mikið umfatandi, at til dømis minni skurðviðgerðir í eitt nú hond, armi og fóti ikki eru við. Bert sjúklingar, sum longu hava føðslutrot ella eta ov lítið, kunnu vera við. Harumframt er neyðugt, at luttakarin er so væl fyri, at hann kann svara fyri seg og koma upp at sita, tá hann skal vigast og mátast og gera aðrar kanningar. Eisini er neyðugt, at luttakarin skilur føroyskt ella danskt. Hesi krøvini skulu verða uppfyllt innan útskriving. Í hvørjum einstøkum føri verður meting gjørd av, um sjúklingurin kann luttaka í kanningini.

 

Stigtakari til hesa føðslukanning av skurðsjúklingum er Poula Patursson, PhD-lesandi, kliniskur dietistur og cand.scient. í klinisk ernæring. Kliniskur ábyrgdarhavi er Eyðfinnur Olsen, leiðandi yvirlækni á Skurðdeplinum.

Kanningin er góðkend av føroyskum myndugleikum og fíggjað partvíst innanhýsis í heilsuverkinum umframt við fígging frá Sjúkrakassagrunninum, Københavns Universitet og Nestle Health Science, ið veitir orkuríkar drykkir. 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.