Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others

Krabbamein minkar matarlystin hjá føroyskum sjúklingum

2. JANUAR 2016

Tøl uttanlands vísa, at 30-40% av øllum sjúklingum eta ov lítið og fáa føðslutrot. Serliga stendur illa til hjá krabbameinssjúklingum. Fá tøl eru í Føroyum, hvussu støðan er hjá føroyskum sjúklingum.

 

Ein nøgdsemiskanning var gjørd á B6 í 2013, har 31 sjúklingar vórðu spurdir, og kanningin var endurtikin í 2014 (26 sjúklingar.

 

Tað er almenn vitan, at tað ikki er óvanligt at hava ringan matarlyst í samband við krabbamein. Tað kann vera orsakað av bæði sjúkuni og viðgerðini, og tað kann vara í styttri ella longri tíð. Ofta kunnu sjúklingar við krabbameini eisini vera hart raktir av pínu, vamli, trekum maga, møði, tunglyndi, sopp í munninum - og hetta er eisini við til at minka um matarlystin.   

 

Tí vóru úrslitini deild upp eftir, um sjúklingarnir høvdu antin krabbamein ella aðrar sjúkur (m.a. gikt, magatarmsjúku, bruna).

 

í 2013 svaraðu 93% av krabbameinsjúklingum, at tey høvdu etið minni enn vanligt ta seinastu vikuna (n=14). Hetta er sera høgt samanborið við onnur lond.

 

Sum liður í Kostverkætlanini bleiv maturin broyttur til at vera meira orku- og proteinríkur umframt at mannagongdir á deildini vórðu broyttar. Til dømis bleiv heimagjørdur proteindrykkur bjóðaður fast fleiri ferð um dagin, umframt at ein flógvur rættur altíð var til nátturða afturat smyrjibreyði. 

 

Tá kanningin var endurtikin í 2014, svaraðu 42,9% av krabbameinssjúklingum, at tey høvdu etið minni enn vanligt ta seinastu vikuna (n=7). Hetta var ein stór broyting, men talið av krabbameinssjúklingum er nógv minkað, og tí er ikki greitt um broytingin er signifikant.

 

 

Um hugt verður at øllum sjúklingum sum heild, uttan mun til diagnosu, svaraðu 69% í 2013, at tey ótu minni enn vanligt (n=31), meðan talið minkaði niður á 46% aftaná broytingarnar í 2014 (n=26). Broytingin var signifikant. 

 

Hesi úrslit vórðu løgd fram á stórari altjóða ráðstevnu í Portugal í september 2015, les meira á postaranum her.

 

Meira kann lesast um nøgdsemiskanningina í frágreiðingini her.

Myndir

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.