Kostverkætlanin aftur á ráðstevnu

30. AUGUST 2015

Úrslit frá Kostverkætlanini á B6 verða aftur í ár løgd fram á árligu ESPEN ráðstevnuni. Árliga ráðstevnan verður mett at vera fremsta ráðstevna innan kost- og føðsluøkið yvirhøvur

 

Ráðstevnan er 5-8.september í Lissabon, Portugal, og verða vit 4 føroyingar, ið fara við. Tríggir limir úr verkætlanarbólkinum: Ingun GaardboGudna á Rógvi Joensen og Poula Patursson. Harumframt kliniskur dietistur á Landssjúkrahúsinum, Mariann Patursson

 

Allar hava vit serligan áhuga í týdningin av kosti og føðslustøðu innan sjúkuviðgerð, og tí verður spennandi at hoyra nýggjastu gransking á økinum innan m.a. sjúkrahúskost, føðslutrot, krabbamein, diabetes, maga- og tarmsjúkur, cøliaki og mangt annað. 

 

Á ráðstevnuni verður framløga av postara við úrslitum frá eini nøgdsemiskanning á B6 frá 2014. Kannað var, hvussu nøgdir sjúklingar eru við matin á B6, aftaná umfatandi broytingar eru framdar, sum liður í Kostverkætlanini. Framløgan verður seinnapartin 7.september.

 

Hinir rithøvundarnir á postaranum eru: Sonja Nielsen, Harriet Midjord Gordonsdóttir, Guðrið Andorsdóttir, Kári Rubek Nielsen og Shahin Gaini.

  

Mannagongdin at sleppa við á ráðstevnuna hevur verið, at abstrakt varð sent inn í vár, sum bleiv góðkent, og poster skal tí vísast fram á ráðstevnuni. Postarin verður at síggja her á síðuni, tá hann er almannakunngjørdur tann 7.september.   

 

Í fjør var ráðstevnan í Geneve, Sveis, og eisini tá var framløga av postara um Kostverkætlanina lagdur fram. Nógv fólk vístu áhuga í støðuni hjá sjúklingum í Føroyum. Fleiri fólk høvdu als ikki hoyrt um Føroyar fyrr. Les meira um vitjanina á ESPEN í fjør HER.  

 

 

/Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.