Kostverkætlanin á altjóða ráðstevnu

13. NOVEMBER 2015

Úrslit frá Kostverkætlanini á B6 vórðu aftur í ár løgd fram á árligu ESPEN ráðstevnuni. Árliga ráðstevnan verður mett at vera fremsta ráðstevna innan kost- og føðsluøkið yvirhøvur

 

Ráðstevnan var hesa ferð í Lissabon, Portugal, og við vóru 4 føroyingar: Ingun GaardboGudna á Rógvi Joensen og Poula Patursson, allar úr Kostverkætlanarbólkinum. Harumframt kliniskur dietistur á Landssjúkrahúsinum, Mariann Patursson

 

Á ráðstevnuni vórðu úrslit frá eini uppfylgjandi nøgdsemiskanning á B6 løgd fram. Kannað var, hvussu nøgdir sjúklingar eru við matin á B6, aftaná umfatandi broytingar eru framdar, sum liður í Kostverkætlanini. 

 

Hinir rithøvundarnir á postaranum vóru: Sonja Nielsen, Harriet Midjord Gordonsdóttir, Guðrið Andorsdóttir, Kári Rubek Nielsen og Shahin Gaini. Tey vóru ikki við á ráðstevnuni í ár.

  

 

Postarin er at síggja her.

 

Myndir

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.