Vit takka fyri stuðulin til Kostverkætlanina á B6

21. MARS 2014
Kostverkætlanin á B6 hevur frá byrjan fingið góða undirtøku, bæði innanhýsis og frá øðrum partum. Vit seta stóran prís á tann fíggjarliga stuðul, Kostverkætlanin á B6 hevur fingið! Landssjúkrahúsið eigur størsta lutin í fíggingini av verkætlanini, men aðrar fyritøkur og stovnar hava eisini víst vælvild og stuðlað verkætlanini. 
Í Føroyum er stuðul komin frá MBM, Krabbameinsfelagnum, Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lív (fyrr Føroya Lívstrygging). Eisini hava vit fingið nakað av stuðli frá Nutricia A/S og Toft Care A/S í Danmark. 
Kostverkætlanin hevði ikki verið til uttan stuðulin, so vit eru sera takksom. Okkara stuðlar hava skilt, hvussu stóran týdning tað hevur fyri sjúklingar, at teir fáa góðan mat - og ikki fáa føðslutrot. Tað kann ávirka bæði lívsgóðskuna og útlitini hjá sjúklingum. Sjúklingurin er í miðdeplinum! 

 

Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.