Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others

Proteinríkur ísur til keyps í forhøllini

19. JUNI 2014
Í kafe'ini í forhøllini á Landssjúkrahúsinum fæst nú ein orkuríkur ísur frá Ryå til keyps. Ísurin hevur eyka protein í og er tí serliga ætlaður fólki, ið eta lítið, men samstundis hava tørv av nógvari orku og protein. Tað kann eitt nú vera sjúklingar við ringum matarlysti og eldri fólk, ið eta smáar porsjónir. Harafturímóti er hann nakað orkuríkur til starvsfólk og onnur, ið royna at liva heilsugott. Ísurin er sera vælumtóktur á B6, har hann er liður í proteinríka matinum, ið verður bjóðaður á deildini. Hann smakkar nærum sum heimagjørdur ísur og fæst við ymiskum smakki. Royn hann, um tú leggur leiðina framvið Landssjúkrahúsið.
/Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.