Proteindrykkurin frá Landssjúkrahúsinum

20. AUGUST 2014

Hvønn dag bjóðar Køkurin á Landssjúkrahúsinum "dagsins proteindrykk". Á B6 fáa innlagdir sjúklingar bjóðað dagsins proteindrykk hvønn morgun og hvørt kvøld. Hesin litríki proteindrykkur er vælumtóktur, og tí hava vit gjørt eina uppskrift til sjúklingar og avvarðandi at taka við sær. Hann fæst á B6 men øll eru vælkomin at printa hann út her á síðuni. Tá matarlysturin er ringur, og kroppurin samstundis hevur tørv á eyka protein og orku fyri at gerast frískur aftur, so kunnu proteindrykkir gera stóran mun. Tú fært nógv meira orku og protein av einum glasi av proteindrykki enn eitt nú saft, vatn og mjólk. Royn uppskriftina her!

 

/Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.