Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others

Onnur vilja hoyra meira um føðslutrot í Føroyum

2. OKTOBER 2014

Í farna mánaða var hildin stór altjóða ráðstevnu í Geneva innan økið kliniska føðslu. 3200 fólk luttóku úr 94 londum. Poula Patursson, sum er verkætlanarsamskipari av Kostverkætlanini á B6, var einasti luttakari úr Føroyum. Við á ráðstevnuna hevði hon ein poster um Kostverkætlanina, har nøkur úrslit frá nøgdsemiskanningini í fjør vóru lýst.


- Tá eg vísti postaran fram, komu fleiri granskarar at spyrja til tølini hjá okkum í Føroyum, eitt nú hvussu nógv í Føroyum hava føðslutrot, greiðir Poula frá. Aðrastaðni vísa kanningar, at umleið helmingurin av sjúklingum eru í vanda fyri at fáa føðslutrot, og tí er áhugi eisini fyri, hvussu stórur partur av føroyskum sjúklingum hava føðslutrot.

 

- Eg greiddi frá, at vit enn ongi tøl hava, tí Kostverkætlaninin er ikki liðug enn. Tá vóru fleiri, ið løgdu upp til at vit koma aftur næsta ár at vísa føroysk hagtøl, greiðir Poula frá.

 

 

Á ráðstevnuni vóru nógvir læknar og dietistar umframt sjúkrarøktarfrøðingar. Nógvir spennandi fyrilestrar vóru á skránni, um diabetes, maga-tarm sjúkur, pediatri og nógv annað. Tað, sum Poula valdi, var í høvuðsheitum framløgur um føðslutrot orsakað av sjúku ella elli. Hvussu mátar man føðslutrot? Hvør er serliga í vanda? Hvør screening "fangar" tey við føðslutroti? Hvat kann vekt og BMI brúkast til? Hvat er besta viðgerð fyri fólk við føðslutroti? Hvat hevur riggað aðrastaðni? Hvønn mat skulu sjúklingar hava í mun til støðuna?

 

Ovurfiti ein vandatáttur fyri føðslutroti
Ein áhugaverd niðurstøða, sum varð tikin fram á fleiri fyrilestrum, var at fólk, ið viga ov nógv, eru í serligum vanda fyri at fáa føðslutrot í samband við sjúku. Fólk, ið viga ov nógv, hava ofta lítið av vøddavevnaði og nógvan feittvevnað, eitt fyribrigdi ið kallast sarcopenic obesity. Tá tey gerast sjúk, gerast tey ofta verri fyri, tí tey hava lítið at standa í móti við frá byrjan av. Størsta avbjóðingin er, at tey ofta ikki tykjast hava føðslutrot, tí tey eru væl í holdum. Vektin og BMI er ofta í hægra lagi. Ein klinisk meting er tí ikki nóg mikið.

 

- Tað tykist tí sum at tað gerst alt meira neyðugt við øðrum mannagongdum at kanna føðslutrot við. Screening av øllum sjúklingum er eitt sera neyðugt amboð at finna øll tey, ið eru í føðsluvanda, heldur Poula Patursson, tí við at screena verður tikið hædd fyri vektmissi í seinastuni og hvussu nógv sjúklingurin hevur etið, heldur enn bert núverandi vekt ella BMI.


Fleiri sjúkrahús vístu eisini á, at tey eru byrjað at mátað kropssamanseting við bioimpedansmátarum, har skiljast kann millum feittvevnað og vøddavevnað. Onnur brúka handamegi at máta føðslustøðuna við, tí handamegi er eitt tekin um sjúklingurin fær nøktað sín føðslutørv. Í Kostverkætlanini á B6 verður handamegi mátað hjá øllum sjúklingum.

 

ESPEN ráðstevnan er ein árlig ráðstevna, sum hevur fleiri og fleiri luttakarar fyri hvørt ár. Komandi ár verður ráðstevnan hildin í Lissabon og í 2016 í Keypmannahavn. Les meira um ESPEN her http://www.espen.org/

 

/Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Myndir

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.