Nýggjur kunningarskermur á B6

22. JANUAR 2014

Í síðstu viku var nýggjur kunningarskermur settur til á B6. Umframt kunning um deildina, vitjanartíðir osfr. er kunning um matin á deildini, um Kostverkætlanina á B6 og góð ráð til sjúklingar við ringum matarlysti. Til dømis eru myndir, ið vísa munin millum heilsugóðar millummálar samanborið við millummálar til smáttetandi sjúklingar.

Skermurin hongur beint við elevatorin, har nógv starvsfólk, sjúklingar og avvarðandi leggja leiðina framvið. Sjúkrahússtjórin helt eina lítla røðu í samband við, at B6 er fyrsta seingjardeild við kunningarskermi á gongini.

 

Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.