Nýggi nátturðin á B6

21. FEBRUAR 2014

Nátturðatallerkur til sjúkling á B6: eggjakøka, breyð við rullupylsu og oksafilet.

Nú er so at siga komið á mál við fyrireikingunum til flógvu nátturðarættirnar, sum eru partur av nýggja kosttilboðnum í samband við Kostverkætlanina á B6. Annaðhvørt verður borðreitt við eggjakøku í portiónsíløtunum, orkuríkari suppu, tartelet við stúvningi ella rísingreyti við kanel. Samstundis verður smurda breyðið minkað niður í kvartar, soleiðis at samlaða nøgdin av mati minkast, meðan orku- og proteininnihaldið er væl hægri.

 

Á myndini í erva er: 125 g eggjakøka, 1 kvart við føroyskari rullupylsu og 1 kvart við oksafilet. Matur við natúrligum høgum innihaldi av protein. Tilsamans gevur hesin tallerkurin 24 g protein og 1800 kJ (430 kcal).

 

 

/Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.