Nógv vitjandi her á síðuni

31. JANUAR 2014

At Kostverkætlanin á B6 hevur almennan áhuga, eru tølini fyri vitjandi á síðuni seinastu dagarnar eitt prógv um. Áðrenn henda vika byrjaði, var hægsta talið nakrantíð 30 vitjandi um dagin, meðan heili 80 fólk vóru inni á síðuni og hugdu mánadagin. 


Tað, at ljós verður varpað á mat til sjúklingar, kunnu vit í verkætlanarbólkinum bara gleðast um. Tað er ein vanlig misskiljing, at sjúk fólk við ringum matarlysti skulu halda seg til "sunnan" mat við nógvari frukt og grønmeti og grovum breyði. Tá matarlysturin er ringur, skal man heldur velja mat sum ost, mjólk, kjøt, fisk og sós, tí so tryggjar tú kroppinum tað neyðugu orkuna og proteinið. Hetta kann vera ein avbjóðing at venja seg við hjá bæði sjúklingum og avvarðandi.  

 

Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.