LS tiltak um sjúkrahús og føðslutrot hjá sjúklingum 6. november

16. OKTOBER 2014

Hósdagin 6.november 2014 fer Landssjúkrahúsið at seta sjóneykuna á sjúkrahúsmat og føðslutrot hjá sjúklingum. Øll eru vælkomin til opið hús kl.18:30 í køkinum á Landssjúkrahúsinum at hoyra um, hvussu arbeitt verður við betri mati til sjúklingar.

 

Køkurin og Medisinski depilin hava síðan í fjør granskað í týdninginum av góðum mati til innlagdar sjúklingar á B6. Granskingin eitur Kostverkætlanin á B6. Køkurin hevur arbeitt við at gera matin meira proteinríkan og innbjóðandi, so hann gagnast sjúklingum betri.


Vit fáa vitjan av Michael Allerup Nielsen, køksleiðara á Herlev Hospital, sum fer at greiða frá matinum til sjúklingar á Herlev og átakinum Herlevs Herligheder - ein verkætlan, sum hevur givið sjúklingum betri matarlyst.

 

Verkætlanarsamskipari Poula Patursson fer at greiða frá Kostverkætlanini og hvat væntast kann koma burturúr.

 

Sonja Nielsen, deildarleiðari á B6, fer at greiða frá broytingum á deildini í samband við at Kostverkætlanin á B6 varð sett í verk.

 

Leiðandi økonoma Gudna á Rógvi Joensen vísur runt í køkinum og fer at greiða frá, hvussu maturin til B6 er broyttur í mun til fyrr, og hvussu matframleiðslan er skipað.

 

Til seinast verður okkurt gott til góman, har Køkurin bjóðar smakkiroyndir av smáum rættum frá Kostverkætlanini á B6.

 

Vælkomin til Opið (sjúkra)hús!

 

Les meira um leskiliga matin á Herlev Hospital her og les ummæli av matinum her.

 

HVAR: Í kantinuni og køkinum á Landssjúkrahúsinum,
NÆR: Hósdag 6. november 2014 kl. 18:30 til 21:00

ÓKEYPIS luttøka. Øll eru vælkomin.

 

/Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.