Kostverkætlanin við á altjóða ráðstevnu

22. MAI 2014

Í september verða fyribils úrslit frá Kostverkætlanini á B6 løgd fram á altjóða ráðstevnu í Geneve, Sveis. 

Abstractið, sum vit sendu til metingar í apríl, er góðkent, og vit eru biðin um at gera ein poster til ráðstevnuna. Abstractið snýr seg um nøgdsemiskanningina frá í fjør umframt hvussu nógvir sjúklingar meta seg eta ov lítið. Abstractið kann lesast her. Í sambandi við postaraframvísingina skal fyrsti rithøvundur vera til taks, soleiðis at fólk kunnu seta spurningar á ráðstevnuni, og Poula Patursson er tí farin í gongd við at leggja ferðina til rættis. 

ESPEN er Europeiska felagið fyri kliniska føðslu og metabolismu, og árliga ráðstevnan verður mett at vera fremsta ráðstevna innan føðsluøkið yvirhøvur. Vit vóna at Kostverkætlanin og ikki minst Føroyar við hesum verður sett á heimskortið! Les um ESPEN á www.espen.org/

 

/Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.