Kostverkætlanin á granskingardegnum á Landssjúkrahúsinum

15. MAI 2014

Høvuðsendamálið við Kostverkætlanini á B6 er at kanna, um øðrvísi matur við meira orku og protein í, kann fyribyrgja føðslutroti. Maturin er nú broyttur og nýggjar kanningae av sjúklingum eru í gongd, men áðrenn maturin varð broyttur, vóru ymiskar kanningar gjørdar, eitt nú fyrr umrødda nøgdsemiskanningin. Harumframt hava vit gjørt kanningar av, hvussu nógv av matinum, sum køkurin ger, fer til spillis. Úrslitini frá hesi "matspill-kanning" verða víst fram á postara á Granskingardegnum og harumframt við framløgu kl. 12:50 í høli 2. Tað er Poula Patursson  sum heldur framløgu við heitinum “Hospital food waste and portion sizes”. Postarin sæst her í størri format. Framløgan frá granskingardegnum sæst her.

 

/Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.