Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others

Hvør er í vanda fyri føðslutroti?

5. DESEMBER 2014

Eru fólk við føðslutroti kløn? 

Hjá nøkrum sjúklingum sæst føðslutrot týðiligt, tí tey eru so kløn. Hesi verður oftast tikið hond um og tey fáa serligan orkuríkan mat. Tað er tó bert undantakið, at føðslutrot sæst á fólki! Tað hevur tvørturímóti stóran týdning at geva sær far um teir sjúklingar, har føðslutrot ikki sæst á teimum. 

 

Eitt nú hin tjúkka mannin, sum kanska er innlagdur til útgreinan, tí hann seinastu mánaðarnar er lætnaður 10 kg. Men hann vigar enn ov nógv.

 

Ella konuna, sum er innløgd við lungnabruna, sum seinastu vikuna ikki hevur etið bitan. Men hon er enn vanlig á at líta.

 

Hesi eru í stórum vanda fyri ikki at fáa neyðuga matin og orkuna, sum skal til fyri at koma seg. Nýggj gransking týðir uppá, at teir sjúklingar, sum eru "væl í holdum" eru í serligum vanda fyri føðslutroti, tí tey ofta hava sera lítið av vøddavevnaði.

 

 

Sjúklingar, ið viga ov nógv í serligum vanda

Ein áhugaverd niðurstøða, sum varð tikin fram á ráðstevnuni í Geneve í september 2014 var, at fólk, ið viga ov nógv, eru í serligum vanda fyri at fáa føðslutrot í samband við sjúku. Fólk, ið viga ov nógv, hava ofta lítið av vøddavevnaði og nógvan feittvevnað, eitt fyribrigdi ið kallast sarcopenic obesity. Ella "tyndfed".

Tá tey gerast sjúk, gerast tey ofta verri fyri, tí tey hava lítið at standa í móti við frá byrjan av. Størsta avbjóðingin er, at tey ofta ikki tykjast hava føðslutrot, tí tey eru væl í holdum. Vektin og BMI er ofta í hægra lagi. Ein klinisk meting er tí ikki nóg mikið. Screening av øllum sjúklingum er eitt sera neyðugt amboð at finna øll tey, ið eru í føðsluvanda, tí bert við at screena verður tikið hædd fyri vektmissi í seinastuni og hvussu nógv sjúklingurin hevur etið, heldur enn bert núverandi vekt ella BMI. Og vísur screeningin, at sjúklingurin er í føðsluvanda, kann røtt føðsla gera stóran mun í mun til útlitini.

 

Hvat vita tit um føðsluvanda?

 

Á gomlu heimasíðuni høvdu vit eina atkvøðugreiðslu, har vit bóðu fólk atkvøða um, hvussu man kann finna út av, hvørjir sjúklingar eru í føðsluvanda. Tey 28 fólkini, ið svaraðu, svaraðu soleiðis:

 

25%  Tú sært at tey eru ov kløn

64%  Við at kostscreena

11%  Við eini blóðroynd

 

Tey 64% hava rætt: einasti máti er við at kostscreena!

 

Frágreiðingina uppá tað kanst tú lesa her.

 

/Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Myndir

Blóðroynd

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.