Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others

Hvat siga sjúklingar um matin á B6?

24. JANUAR 2014

87,5% av sjúklingum á B6 halda, at maturin á B6 er góður ella sera góður. Hetta svarar til 7 út av 8 sjúklingum, sum er eitt høgt tal, sammett við donsk sjúkrahús. Henda nøgdsemiskanning um matin á B6 var ein liður í Kostverkætlanina, ið hevur til endamáls at kanna, um orku- og proteinríkur matur kann ávirka støðuna hjá innløgdum sjúklingum. 

Døgurðin var tann máltíðin, ið flest vóru nøgd við. Samstundis svaraðu yvir 40%, at seinnaparts- og kvølddrekka var vánaligt ella sera vánaligt, og hesar báðar máltíðir eru tær, vit serliga arbeiða við at broyta. Til dømis verður frisk frukt og annað litríkt altíð á tallerkinum seinnapartar, og um kvøldið bjóða vit orkuríkar dessertir, ið eru eyka proteinríkar.

Hugvekjandi er tað, at 69% av sjúklingunum svara, at teir ta seinastu vikuna hava etið minni enn vanligt. Heili 93% av teimum við krabbamein og 42% av øðrum sjúklingum. Hetta merkir, at hesi eru í stórum vanda fyri at fáa føðslutrot, um serlig tiltøk ikki verða sett í gongd beinanveg. Tiltøk sum t.d. fleiri títtar millummálar gjøgnum allan dagin, orkuríkar drekkivørur og daglig meting av, um sjúklingurin hevur etið nóg mikið í mun til tørvin (kostskráseting). Eisini er neyðugt at javnan fylgja við í vektini, fyri at tryggja, at hon ikki fer niðureftir. Spurningurin um, hvat sjúklingurin hevur etið ta seinastu vikuna, er ein partur av "kostscreening", sum sambært PLI eigur at verða framd av øllum innlagdum sjúklingum.

Sama nøgdsemiskanning verður gjørd aftur seinni í ár, tá allar broytingar í matinum eru gjørdar og fasa 2 í Kostverkætlanini er væl í gongd. Finn spurnarblaði og frágreiðingina í vinstra bredda, undir nøgdsemiskanning.

 

/Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.