Góðan Morgun Føroyar 6.november

12. NOVEMBER 2014

Hósmorgunin 6.november vóru Michael Allerup Nielsen og Poula Patursson í útvarpsstovuni og greiddi frá um tiltakið um sjúkrahúsmat og føðslutrot, sum skuldi vera um kvøldið. Sendingin varð send kl. 7:40 henda morgunin og kann hoyrast her.

 

Við tiltakinum vilja vit seta sjóneykuna á føðslutrot, sum er ein so stórur trupulleiki í vesturheiminum, at upphæddin av kostnaðinum fyri samfelagið er í milliónum krónum. Føðslutrot er ikki nakað, sum hevur verið nógv á breddanum í Føroyum.

 

Dentur varð lagdur á, at dagurin 6.november er altjóða "føðsludagur", har fleiri hundrað sjúkrahús og stovnar luttaka á hvørjum ári. Enn hevur Føroyar ikki luttikið, men í staðin valdu vit at varpa ljós á økið henda dagin. Les meira á nutritionday.org.

 

/Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.