Føðslutrot økir um deyðstíttleika og er størri útreiðsla

18. NOVEMBER 2014

Føðslutrot økir um deyðstíttleika millum sjúk og eldri og er størri útreiðsla fyri sjúkrahúsverk

Køkurin á Landssjúkrahúsinum hevði opið hús í síðstu viku, har endamálið var at seta fokus á føðslutrot. Umleið hálvthundrað fólk møttu upp, tó veðrið var sera vánaligt, og tey fingu áhugaverdan fyrilestur frá bæði starvsfólki á Landssjúkrahúsinum, og frá Herlev Hospital, sum hevur stórt fokus á føðslutroti.

Ikki er óvanligt at sjúklingar og eldri fólk fáa føðslutrot, tí matarlysturin manglar. Føðslutrot hevur við sær, at immunverjan viknar. Hetta viðførur, at fólk við føðslutroti gerast oftari sjúk og eru longri innløgd á sjúkrahúsi. Tey eru harumframt meiri røktarkrevjandi og deyðstittleikin er hægri. Føðslutrot er kostnaðarmikið fyri samfelagið, vísa kanningar uttanlands. Ein nýggj kanning úr Hollandi vísti, at føðslutrot kostar áleið 2% av samlaðu heilsuútreiðslunum í landinum (Freijer: The economic costs of disease related malnutrition, Clin. Nutr. 2013).

Leysliga samanborið við Føroyar, hevði hetta svarað til uml. 19 mió. krónur árliga. Á Herlev Hospital verður føðslutrot raðfest við góðum úrsliti. Fyribils tøl vísa á, at fólk sum fáa ráðgeving og hjálp til føðslu koma seg skjótari, verða ikki innløgd eins ofta og liva longri, um tey fáa orkuríkan mat og kostráðgeving.

Á Landssjúkrahúsinum er verkætlan um føðslutrot sett í verk á seingjardeildini B6, sum viðgerð sjúklingar við krabbameini, maga-tarmsjúkum, brunasjúkum og øðrum sjúkum. Stórur partur av sjúklingunum á B6 eru eldri fólk. Endaliga úrslitið fer at fyriliggja í 2015. Les meira um Kostverkætlanina á B6 her á síðuni.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.