Føðslutrot - ein fjaldur samfelagstrupulleiki

20. MAI 2014

Føðslutrot hjá sjúklingum er veruliga sett á breddan í Danmark. Á síðuni kost.dk/underernaering ber til at lesa meira um trupulleikan, bæði á eldraøkinum men eisini á sjúkrahúsøkinum. Kanningar hava víst, at umleið 60% av eldri íbúgvum á ellis- og røktarheimum eru í vanda fyri føðslutroti, meðan 25-40% av sjúklingum eru í føðsluvanda.


Menniskjaliga kostnaðurin er høgur, men eisini fíggjarligi kostnaðurin verður lýstur á síðuni. Víst verður til eina meta-analysu, ið vísti, at sjúklingar við føðslutroti eru innlagdir í 3,4 dagar longri enn aðrir sjúklingar. Metti kostnaðurin fyri hvønn innleggingardag er 1.726 krónur, og samlaði árligi kostnaðurin í Danmark er mettur at vera 168 milliónir krónur. Útrokningin er bert galdandi fyri medisinskar eldri sjúklingar. Spennandi verður at síggja føroysku tølini, tá úrslitini frá Kostverkætlanini verða tøk.

 

/Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.