Flótandi kaloriubumba

3. MARS 2014
LS-bland er kakao og Ísbland, sum verður blandað saman í lutfallinum 50:50. LS-bland er ein sonn kaloriubumba. Eitt lítið glas uppá 100 ml gevur 3,5 g protein og 505 kJ. LS-bland hevur verið vælumtókt millum sjúklingar - og sigast má, at hann smakkar ógvuliga væl afturvið einum kaffimunni ella sum ein lítil styrkjandi sopi við ísklumpum. 
Framyvir verður tó neyðugt at broyta LS-bland, tí MBM hevur boðað frá, at framleiðslan av Ísbland steðgar. Í køkinum hava starvsfólk gjørt royndarsmakkingar, og avgjørt er, at Milkshake (frá MBM) fínt kann brúkast heldur enn Ísbland. Proteininnihaldið verður tað sama, men orkuinnihaldið fer nakað niður til 390 kJ fyri 100 ml. 

 

/Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.