Fasa 2 gongur heilt eftir ætlan

6. JUNI 2014
Mátitólið, ið verður nýtt til at máta handamegi hjá øllum sjúklingum í verkætlanini
Fasa 2 í Kostverkætlanini er í gongd á B6, og alt gongur eftir ætlan. Júst sum í fasu 1, skulu 100 sjúklingar mátast og vigast í fasu 2, nú tá maturin er broyttur á deildini. Mátingarnar fóru í gongd aftur síðst í apríl og fasa 2 hevur tí koyrt í ein góðan mánaða. Higartil eru 15 luttakarar við, og aftur hesu ferð eru sjúklingar sera positivur og flest allir, ið verða spurdir, ynskja at vera við. Nógv spyrja inn til økið og vilja vita meira um týdningin av føðslu í samband við sjúku. 
/Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.