Fasa 2 byrjar mánadagin

23. APRÍL 2014
Faldarar liggja klárir til luttakarar í Kostverkætlanini á B6

 

Kostverkætlanin á B6 snýr seg um at geva sjúklingum hóskandi mat, ið inniheldur meira orku og protein enn vanligt. Um føðslutrot verður fyribyrgt, kunnu útlitini fyri at koma seg gerast betri. Men fyri at vita, um maturin hevur hesa ávirkan, ið vit halda, er neyðugt at kanna tað! Og júst hetta fara vit í gongd við mánadagin 28.apríl. 
Í fjør vórðu 100 sjúklingar kannaðir, áðrenn maturin varð broyttur. Hetta var fasa 1. Teir seinasta mánaðarnar hava vit broytt matin á deildini, har vit eitt nú bjóða proteindrykk tíðliga hvønn morgun og seint hvørt kvøld, og haraftrat fáa sjúklingar serliga orkuríkar dessertir, flógvar rættir til nátturða og seinnapartsdrekka, ið er frískligt og litríkt. Haraftrat hava vit hugt at, hvussu væl nøgdir sjúklingar á B6 eru við matartilboðið, og vit hava mátað, hvussu nógv av matinum verður etin, og hvussu nógv fer burtur. Og mánadagin fara vit aftur í holt við at máta 100 sjúklingar sum liður í fasu 2. Tá vit hava 100 luttakarar verða tølini samanborin við tølini frá í fjør, og harumframt fara vit aftur hesa ferð at gera eina nøgdsemiskanning og kanning av matspillu. Vit eru øll spent uppá at koma í gongd aftur við mátingarnar og vóna, at sjúklingarnir fara at taka eins væl ímóti kanningini hesu ferð sum tey gjørdu í fasu 1. 

 

Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.