Faldari um matin á B6

17. JANUAR 2014

Í nýggja faldaranum um matin á B6 kunnu sjúklingar á deildini lesa um, hvussu maturin verður broyttur í samband við fasu 2. Til dømis eru fleiri lítlar máltíðir á skránni, og arbeitt er nógv við at maturin sær innbjóðandi út, samstundi sum hann er gjørdur meira orku- og proteinríkur. Góð ráð til tey við ringum matarlysti eru eisini at finna í faldaranum. Les faldaran við at trýsta her.

 

/Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.