Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others

Broytingar í matinum á B6

23. JANUAR 2014

Á køkinum hendir ein rúgva í løtuni. Broytingar í matinum á B6 í samband við fasu 2 eru fult í gongd. Longu nú eru eyka máltíðirnar innførdar, tvs. tíðliga morgun kl. 7 og seint um kvøldið kl. 22. Tá fáa tey eitt glas av onkrum leskiligum, proteinríkum sum proteindrykk, kakao ella suppu. Um kvøldið er drekka broytt frá tí vanliga breyðnum til ymiskar orkuríkar dessertir. Higartil hava tær gagnast sjúklingunum væl. Seinnapartar fáa sjúklingarnir ymiskt litríkt tilhoyr, sum skal gera tallerkin innbjóðandi og fremja matarlystin. Hetta lata tey eisini sera væl at á deildini.

Tað kann vera ein avbjóðing at gera mat, ið er innbjóðandi og samstundis bæði orku- og proteinríkur. Køkurin skal kunna standa inni fyri bæði góðsku og innihaldi. Fyri at halda eyga við innihaldinum í øllum rættum, brúka vit eitt forrit, ið kallast Master Cater System. Hetta er eitt gott amboð, tí umframt innihaldið í matinum, ber eisini til at fylgja við í prísinum á øllum rættum. 

 

Poula Patursson, verkætlanarsamskipari 

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.