Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others

Verkætlan um føðslustøðu hjá innløgdum sjúklingum

15. AUGUST 2013

 

Landssjúkrahúsið er farið undir eina størri kostverkætlan. Í londunum rundanum okkum vísa kanningar, at nærum 50% av sjúklingum, ið eru innlagdir, eta ov lítið og hava føðslutrot. Í Føroyum finnast ongi tøl fyri, hvussu føðslustøðan er hjá sjúklingum, og tí setti Landssjúkrahusið eina kanning í verk fyrr í ár. Kanningin umfatar 200 sjúklingar. Í fyrstu atløgu verður vekt og føðslustøða kannað á eini medisinskari deild. Í aðru atløgu verður maturin á deildini broyttur til meira orku og proteinríkan mat, sum hóskar seg til sjúklingar við lítlum matarlysti.

 

Endamálið er at meta um hesar broytingar ávirka føðslustøðuna hjá innløgdum sjúklingum. Tað er vanligt at matarlysturin minkar, tá ein verður raktur av sjúku. Ein orkar ikki at eta líka nógv sum áður, og ofta minkar vektin, so ein verður raktur av føðslutroti. Føðslutrot kann gerast álvarsligt, tí ein fær minni orku, og kroppurin tekur ikki líka væl ímóti viðgerð. Tí hevur maturin stóran týdning fyri útlitini til at gerast frískur. Við ringum matarlysti skal hvør biti sum fer niðurum vera fullur av orku og protein, til tess at styrkja kroppin. Orkufátækur matur sum t.d. salat og grønmeti, eigur til smáttetandi sjúklingar at minkast til fyrimuns fyri meiri orkutættan mat, sum kjøt, fisk, rómasós v.m. Vanligi matarvarðin eigur sostatt at snarast á høvdið, tá matarlysturin er lítil. Higartil eru 73 sjúklingar tiknir við í kanningini, 37 kvinnur og 36 menn. Diagnosurnar eru ymiskar. 36% hevur krabbamein, 19% eru innløgd vegna ymiskar brunasjúkur, 16% vegna maga-tarm sjúku og restin er annað. Kanningin byrjaði í januar 2013 og verður væntandi liðug á sumri 2014. Úrslitini verða væntandi klár á heystið 2014. Umframt fígging frá Landssjúkrahúsinum hevur verkætlanin fingið stuðul frá MBM, Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Krabbameinsfelagnum. Eisini er stuðul ávegis frá donskum fyritøkum.

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.