Landssjúkrahúsið á Vísindavøku

20. SEPTEMBER 2013

27. september 2013 skipar Granskingarráðið fyri Vísindavøku á 6. sinni. Tiltakið verður í Fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð. Evnið í ár er matgransking, ella Food for Thought. Nógv áhugavert er á skránni. Granskingarstovnarnir, m.a. Landssjúkrahúsið, skulu fyrireika básar, har granskarar fara at vísa fram og fortelja um sína gransking. Eitt serligt Vísindavøkublað er komið út, har skráin er at síggja. Landssjúkrahúsið verður umboðað bæði við framløgum og einum bási, har nógv forvitnisligt verður at síggja. Jan Rasmussen fer at siga frá síni gransking í CTD, og Poula Patursson fer at siga frá Kostverkætlanini á B6. Á básinum verður høvi at hitta fleiri granskarar, ið eru í gongd við verkætlanir á Landssjúkrahúsinum. Kostverkætlanin á B6 fær serligt pláss á básinum í ár, og umboð fyri verkætlanina fara at vera á básinum allan dagin. Spurnakapping verður, har øll kunnu royna seg. Drigið verður millum øll tey, ið hava svarað rætt, og vinnarin fær beinleiðis boð. Á básinum fara umboð fyri Kostverkætlanina at vísa fram munin millum heilsugóðan mat til frísk fólk og mat til sjúklingar við ringum matarlysti. Smakkiroyndir vera. Meira fæst at vita um Vísindavøkuna 2013 á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum www.gransking.fo 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.