Flest krabbameinssjúklingar

1. DESEMBER 2013

Í Kostverkætlanini á B6 er serligt fokus á krabbamein, tí samanumtikið er tað tann bólkurin, ið hevur størstan tørv á einum betri matartilboði, meðan tey eru innløgd. Krabbamein er eisini størsti sjúklingabólkurin í fasu 1 í Kostverkætlanini á B6.

 

Krabbameinssjúklingar eru ofta hart raktir av føðslutroti, orsakað av t.d. sjúkuni sjálvari, hjáárin til viðgerðina, skeiva føði osfr. Heilsugóður matur, ið fyribyrgir krabbamein, er als ikki tað besta at eta, tá matarlysturin er ringur orsakað av krabbamein. Sjúklingar, ið eta ov lítið og tapa seg nógv, tola ofta ikki tí hørðu viðgerðina, og tískil kann tað hava við sær, at t.d. kemoviðgerð má útsetast ella í summum føri heilt steðgast, tí sjúklingurin er ov veikur. Umleið triði hvør krabbameinssjúklingur, ið doyr, doyr orsakað av føðslutroti. Nógvar kanningar hava víst, at kostráðgeving og orku- og proteinríkur matur og drykkir gera heilt stóran mun hjá krabbameinssjúklingum, soleiðis at lívsgóðskan og útlitini gerast betri (Ravasco et al. J Clin Oncol 2005).

 

Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

 

 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.