Kunning um THS

Kunning um THS

Kunning um Talgildu heilsuskipanina

Visjón – Talgilda Heilsuskipanin

Eitt heilsuverk ið samstarvar, har sjúklingagongdir vera samskipaðar frá byrjan til enda, tvørtur um fakmørk og organisatiónir. At bæði sjúklingur og starvsfólk uppliva eitt samanhangandi heilsuverk við felags minni. (Heilsumálaráðið, 2003)

Høvuðsuppgáva – Heilsukunning og Dygd
Heilsukunning & Dygd tryggjar eitt samantvinnað talgilt og dygdargott heilsuverk.

Eindin er staðsett á Landssjúkrahúsinum.

Við støði í THS er Heilsukunning og Dygd við til at tryggja

  • Samanhangandi sjúklingagongd við atiliti til ásett trygdar- og dygdarkrøv
  • Álítandi heilsuupplýsingar til borgara, klinikara, leiðslu, gransking og politisku skipanina

Yvirskipaða málið við Heilsukunning og Dygd er at tryggja eitt samantvinnað talgilt og dygdargott heilsuverk, soleiðis at borgarin fær eina betri tænastu og eina betri sjúkuviðgerð og røkt. At meira fæst fyri pengarnar – ikki bara í tali, men eisini í dygd. Við støði í THS sum amboð, skulu heilsustarvsfólk og leiðslur kunnu skipa virksemi soleiðis, at úrslitið fyri sjúklingin verður dygdarbetri.

Samantvinnað merkir, at borgarin upplivir eitt samanhangandi heilsuverk, har allir upplýsingar eru savnaðir í somu skipan.

Dygdargott merkir, at sjúklingaviðgerð livir upp til ásett trygdar- og dygdarkrøv og framhaldandi mennist.

Samanhangandi sjúklingagongd merkir, at skjalfesting av útgreining, viðgerð og røkt verður gjørd í THS, soleiðis at allir viðkomandi upplýsingar eru atkomuligir fyri viðkomandi heilsustarvsfólk, óansæð um borgarin hevur havt samband við primeru heilsutænastuna ella sjúkrahúsini.

Trygdar- og dygdarkrøv merkir, at trygdar- og dygdarkrøv eru sett upp í mun til Dygdarskipanina. At skjalfesting er í mun til góðkendar standardir og indikatorar.

Álítandi heilusupplýsingar og heilsukunning merkir, at øll hagtøl, ið verða tikin úr skipanini eru valideraði og røtt í mun til tað, sum tey skulu lýsa.

Les her:  Reglur fyri skráseting í sjúkrahúsverkinum

 

Kunning til brúkarar

Power Point framløga 
Kunning til brúkarar
Kunning til brúkarar um THS
Orientering til brugere om THS

Faldarar við kunning til borgarar
Kunning til sjúklingar um THS 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.