Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
This page is not available in English

Intensiv eind (PI)

Psykiatrisk intensiv eind 
Psykiatrisk intensiv eind móttekur sjúklingar úr øllum landinum.
Á deildini verður givin intensiv røkt- og viðgerðatilboð.
Her verða psykiatriskir sjúklingar/borgarar innlagdir, sum hava ein serstakan tørv fyri intensivari psykiatriskari røkt og observation.
Pláss er fyri fýra sjúklingum. 

Á Intensivu deildini eru sjúklingar sum eru ov sjúk til beinleiðis at kunna móttaka inleggjingartilboð á almennu eindini.

Av tí at Intensiva eindin hýsir sjúklingum sum hava tørv á skerming, eru uttaru hurðarnar læstar.

Endamálið við intensivu eindini
er at arbejða málrættað, at stabilisera/stilla og betra um psykisku líðingina hjá sjúklinginum/borgarinum, fyribyrgja afturstig og útat- reagerandi atburð.
Røkt og viðgerðatilboð verða tilrættarløgd individuelt – út frá tørvinum hjá tí einkulta.

Intensiva eindin móttekur sjúklingar/borgarar frá PAM og vakthavandi lækna. Eindin móttekur eisini sjúklingar, har tørvur er fyri meting um, hvat fyri røktar -og viðgerðartilboð, sum er best egnað fyri tann einstaka.

Vit meta t.d. um:

  • Um sjúklingurin/borgarin kann útskrivast til egið heim
  • Framhaldandi kann verða viðgjørdur hjá egnum kommunulækna ella øðrum
  • Onnur tilboð

Skipanin á Psykiatrisku Intensivu eindini
Starvsfólkini á intensivu eindini eru skipað í tvey psykiatrisk intensiv toymir.
Starvsfólkahópurin á er samansettur av sjúkrarøktarfrøðingum og heilsurøktaranum.

Starvsfólkini hava skipa seg í tvey toymir við ábyrgd fyri røktar- og viðgerðartilboðum av tveimum til trimum sjúklingum. 

Málbólkur

  • vaksin (yvir 18 ár )
  • Sjúklingar innan allar psykiatriskar sjúkur/líðingar við debuterandi, reaktivum og kroniskum psykiatriskum sjúkustøðum í akuttu fasuni, innan alt sjúkuspektrið: psykotiskar støður, skizofrenar og paranoidar støður, affektivt órógv, personmenskuórógv, óttaproblematikkir ella belastningsreaktioner og posttraumatisk stress-syndrom.
  • Menniskju, ið hava tørv fyri intensivari psykiatri har læknin metur, at tørvur er á eini meira intensivari observatión, røkt og viðgerð, og eitt  tilpassað umhvørvið í mun til yvirlit, skipan og trygdR
  • Rættarpsykiatriskum sjúklingum, sjúklingar við misbrúkstrupuleikum og sjúklingum við lívshóttandi støðu grunda á depression, sjálvmorðstankum, etigarólag, ella sjúklingar við psykiatriskari sjúku grunda á organiska líðing
  • Ungdómspsykiatriskir sjúklingar (Ung undir 18 ár verða eisini innløgd her - her verður arbeitt við einari ætlan at gera eina ungdómseind/ungdómstoymi)
Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.