Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
This page is not available in English

Tannlæknastovan (B4 skurðdeild)

Inngongd

Lat aftur

Tannlæknastovan (B4 skurðdeild)

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Samband

J. C. Svabosgøta 41 - 49
FO-100 Tórshavn

Tel. 30 45 00
Fax 30 46 10
Teldupostur: tannln@ls.fo

Viðtalutíð

Fyri at fáa tíð á tannviðgerardeildini krevst ávísing frá tannlækna ella kommunulækna.
Ávísingar kunnu sendast til tannl@ls.fo, fax 30 46 10 ella við posti til:

Tannklinikkin
Landssjúkrahúsið
J. C. Svabosgøta 41-49
FO-100 Tórshavn

Tá ávísingin er móttikin á Landssjúkrahúsinum og støða tikin til viðgerð, verður bræv sent heim til tín.

Tannlæknastovan tekur sær av visitiatión, kanningum og viðgerðum hjá børnum og vaksnum við serligum tørvi, sum verður ávíst til tannlæknastovuna á Landssjúkrahúsinum.

Barnatannrøkt
Hvønn mánadag er Brynhild Zachariassen, barnatannlækni í barnatannrøktini hjá Tórshavnar Kommunu á Landssjúkrahúsinum. Hennara arbeiðsøki er visitatión, kanning og viðgerð av børnum úr øllum landinum, sum verða ávíst til tannlæknastovuna á Landssjúkrahúsinum.

Tannrøkt hjá vaksnum við serligum tørvi
Umleið eina viku um mánaðin ella eftir tørvi, er Elin Svarrer Wang, sum er tannlækni í Íslandi, á Landssjúkrahúsinum. Arbeiðsøkið hjá Elin er visitatión, kanning og viðgerð av vaksnum við serligum tørvi, ið ikki kunnu viðgerast í vanligari privatpraksis.

Skurðviðgerð
Søren Hillerup, sertannlækni í tand-, mund- og kæbekirurgi, tekur sær av teimum sjúklingum, ið hava tørv á skurðviðgerð í narkosu og serligum trupulum skurðviðgerðum.

Allar aðrar skurðtannlæknaviðgerðir verða at vísa til teir tannlæknarnar í privata geiranum, sum vanliga taka sær av slíkum uppgávum. Skaðatilburðir (trauma), sum krevja skurðviðgerð, verða viðgjørdir inni á Landssjúkrahúsinum ella sendir til serdeild uttanlands.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.