Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
This page is not available in English

Skurð ambulatorium (B3 dagdeild)

Inngongd

Lat aftur

Skurð ambulatorium (B3 dagdeild)

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarupplýsingar

Hædd 3, Bygningur B
J. C. Svabosgøta 41-49
FO-100 Tórshavn

Tel. 30 45 00
T-postur: skurdamb@ls.fo

Upplatingartíð

Mánadag - fríggjadag
kl. 8.00 - 16.00

Telefontíð
Læknaskrivari kl. 10.30-13.30
tel. 30 45 00

Leiðandi starvsfólk

Mildrid Rasmussardóttir
Varaleiðari
T-postur milra@ls.fo
Lokalnr: 5406

Ambulantir sjúklingar- dagsjúklingar
Sjúklingar, ið ikki skulu innleggjast men koma til kanningar og viðgerð í vanligari arbeiðstíð verða nevndir ambulantir sjúklingar. Hetta eru eisini sjúklingar, sum koma til eftirviðgerð eftir útskrivan, og eru hesir beinleiðis ávístir frá kommunulækna, serlækna ella sjúkrahúslækna.

Tú møtir og sigur frá í Leiðbeiningini, og har verður tú skrásett/ur til ambulatorium.  

Um skurð ambulatorium
Á skurð ambulatoriinum eru hesi ambulatorium:  

 undefined

Arbeiði fevnir um forkanningar, journalupptøkur, diagnostisering, viðgerð og eftirkanningar. Eisini leggja vit stóran dent á at arbeiða fyribyrgjandi og heilsufremjandi við at seta fokus á kunning, vegleiðing og upplæran, so sjúklingurin fær og tekur ábyrgd fyri egnari heilsu.

Starvsfólk 
Á skurð ambulatorinum arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar og yvirlæknar innan ymsu sergreinarnar sum eru á deildini.
Eisini virkar deildin sum lærudeild fyri yngri læknar og sjúkrarøktarfrøðilesandi undir útbúgving.

Í sambandi við tær ymisku skurðviðgerðir eru faldarir gjørdir við kunning til tín sum sjúkling.
Hesar finnur tú her.  Vit ráða tær til, at lesa faldaran sum snýr seg júst um tína skurðviðgerð.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerð ella annað, er tú vælkomin, at skriva ein teldupost á skurdamb@fo.ls ella ringja til okkum á tel. 304500.

Á skurð ambulatoriinum starvast serlæknar innan ryggskurðviðgerð Thomas Bender, ið arbeiðir eina viku um mánaðin og Vidar Puntsvik sum kemur á Landssjúkrahúsið 3. hvønn mánað
Serfrøðingur innan protesur frá fyritøkuni Øssur, Pétur Helgason kemur somuleiðis á Landssjúkrahúsið 3.hvønn mánað.

Sí filmsbrot um protesuvirksemi her 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.